Ólavur Biskopsstø, skipari og hansara menn umborð á flakatrolaranum Gadusi, hava aftur gjørt ein góðan túr í russiskum sjógvi.
Gadus fór at sigla heim í gjárkvøldið við fullari last. Teir fóru av Klaksvík 28. desember og hava umleið 750 tons, nú skipið er fult.
Norðlýsið veit at siga, at meginparturin av veiðini hjá Gadusi er toskur.
Gadus hevur sett kós móti norska meginlandinum, har teir fara at bunkra, áðrenn kósin verður sett heim til Føroya og heim til Klaksvíkar.