Gade peikar á Troels Lund Poulsen sum nýggjan formann

Fleiri hava víst á Søren Gade sum nýggjan formann í danska flokkinum Vinstra. Men hann peikar í staðin á Troels Lund Poulsen

 

Formaðurin í Fólkatinginum, Søren Gade úr Vistra, heitir á Troels Lund Poulsen og Stephanie Lose um at stilla upp sum ávikavist formaður og næstforkvinna í Vinstra. - Foto: Martin Sylvest/Ritzau Scanpix

Formaðurin í Fólkatinginum, Søren Gade úr Vinstra, mælir til, at Troels Ludn Poulsen og Stephanie Lose stilla upp sum ávikavist formaður og næstforkvinna fyri Vinstra.

Tað sigur hann, eftir at Jakob Ellemann-Jensen í dag hevur boðað frá, at hann leggur frá sær sum formaður og fer úr politikki.

Søren Gade hevur verið nevndur sum møguligt formansevni, men royndi Vinstra-politikarin peikar á eitt annað makkarapar í Vinstra.

– Meðan Jakob var sjúkrameldaður høvdu vit eitt fyrimyndarligt makkarapar í Vinstra, Troels Lund Poulsen, verjumálaráðharra, og næstforkvinnuna Stephanie Lose.

– Eg vil greitt heita á Trels og Stephanie um at stilla upp sum makkarapar, sum kann føra Vinstra gjøgnum hesa truplu tíð og vinna flokkinum styrki aftur, skrivar Søren Gade á Facebook.

Jakob Ellemann-Jensen leggur frá sær, tí »persónur hansara« stóð í vegin fyri politikkinum, og tí tað ikki er eydnast honum at endurreisa Venstre, sigur hann sjálvur.

Hann gjørdist formaður í Vinstra fyri fýra árum síðani. Tað hendir eftir innanhýsis uppgerð móti táverandi formanninum Lars Løkke Rasmussen, sum stórur partur av baklandinum vil hava at leggja frá sær.

Síðani eru fleiri floksfelagar, teirra millum Inger Støjberg, farin úr flokkinum, sum liggur søguliga lágt í veljarakanningum. 

Søren Gade takkar Ellemann fyri at hava staðið á odda fyri flokkinum í einum truplum tíðarskeiði.

– Politikkur er ein hørð brasja. Eg harmist um, at tað er komið her til, og ynski Jakob alt tað besta. Eg havi sjálvur staðið í líknandi støðu. At fara úr politikki merkir, at telefonin heldur uppat við at ringja, og fólk, sum tú helt vóru vinir tínir, vísa seg bara at vera kenningar, skrivar Gade.

Stephanie Lose er í dag næstforkvinna í flokkinum, meðan Troels Lund Poulsen tekur yvir sum varaforsætisráðharri, búskaparráðharri og heldur fram sum verjumálaráðharri.

Søren Gade rósar teirra eginleikum.

– Tí haldi eg, at tað hevði verið ótrúliga sterkt, um Troels og Stephanie fara at verða framtíðar leiðslan í Vinstra, sigur Søren Gade.

Tað verður avgjørt á landsfundinum í Herning 18. november, hvør verður formaður í Vinstra.

/ritzau/

 

Formaðurin í Fólkatinginum, Søren Gade úr Vistra, heitir á Troels Lund Poulsen og Stephanie Lose um at stilla upp sum ávikavist formaður og næstforkvinna í Vinstra. - Foto: Martin Sylvest/Ritzau Scanpix