Libyski leiðarin, Muammar Gaddafi, segði í almenna sjónvarpinum í dag, at hann fer ongantíð at geva seg yvir, og at hann fer ongantíð úr Tripoli.
-Vit fara at vinna á okkara fíggindum, sum lupu á okkum og noyddu okkum í kríggj, segði Gaddafi, sum eggjaði sínum stuðlum at koma til ta hernaðarligu høvuðsstøðina.
NATO søkti at høvuðsstøðini hjá Gaddafi í dag, og eygnavitni siga, at spreingingarnar vóru ógvusligar og skakaðu høvuðsstaðin Tripoli.










