Fyrrverandi libyski einaræðisharrin Muammar Gaddafi var ein sera múgvandi maður. Sambært tíðindatænastuni LA Times átti Gaddafi virði fyri meiri enn 200 milliardir dollarar ella knappliga 1.070 milliardir krónur. Umframt pengar, sum standa á kontum í ymsum bankum, átti Gaddafi nógv guld og nógva fasta ogn.
Eru tíðindini sonn, var Gaddafi heimsins ríkasti maður. Tað skrivar heimasíðan businessinsider.com og leggur afturat, at Gaddafi var tríggjar ferðir ríkari enn meksikanarin Carlos Slim, sum higartil hevur verið mettur sum heimsins ríkasti við 74 milliardum dollarum ella 395 milliardum krónum.
Á triðja plássi á hesum lista stendur Microsoft-stovnarin Bill Gates, sum sigst eiga 56 milliardir dollarar, ið svarar til 300 milliardir krónur.