Gaddafi var á lívi

Sjónbandsupptøkur, sum fleiri arabiskar sjónvarpsstøðir hava sent, vísa, at Muammar Gaddafi var á lívi, tá uppreistrarmenninir tóku hann í dag. Á myndunum stendur Gaddafi upp at einum bili, meðan uppreistrarmenn halda honum. Tá uppreistrarmenninir flyta hann yvir til ein annan bil, ger hann mótstøðu og rópar.

Franska tíðindastovan AFP skrivar, at á myndunum heldur ein uppreistrarmaður eina skammbyrsu ímóti høvdinum á Gaddafi, men tað ber ikki til at síggja, um maðurin skjýtur.

Amerikanska sjónvarpið CNN sigur frá sínum keldum, at Gaddafi doyði í einum sjúkrabili á vegnum til býin Misrata.