Gaddafi útvegar sær nýggjar hermenn

Mahmoud Jabril, sum stendur á odda fyri skiftisstjórnini hjá uppreistrarmonnunum í Libya, vil vera við, at Muammar Gaddafi er í ferð við at útvega sær hermenn úr øðrum londum til ein uppreistur ímóti skiftisstjórnini.

Jabril sigur, at frágreiðingar vísa, at 68 akfør við í minsta lagi 525 monnum eru komin inn um libyska markið úr grannalandinum Mali. Hann veit eisini at siga, at Gaddafi hevur gjørt eina avtalu við Hamada-fólkið, sum býr á markinum millum Libya, Tjad og Sudan, um at senda 12.000 mans til Libya at stríðast.

Ta seinastu tíðina hava hermenn hjá Gaddafi gjørt ógvuliga harða mótstøðu í teimum fáu støðunum, sum teir enn hava ræðið á. Eitt nú halda teir Gaddafi-trúgvu hermenninir fram við bardaganum í býnum Sirte, hóast uppreistrarmenninir hava tikið næstan allan býin, og hóast NATO-flogfør hava bumbað teir fleiri ferðir.