Umboð fyri libyska leiðaran, Muammar Gaddafi, hava kunnað einstøk NATO-lond um, at Gaddafi er sinnaður at leggja frá sær. Tað sigur franski forsætisráðharrin, Francois Fillon. Hann leggur afturat, at tað er neyðugt við einari politiskari loysn, og at ein avtala er ávegis.
Franski uttanríkisráðharrin, Alain Juppe, váttar orðini hjá sínum stjórnarleiðara, men leggur dent á, at enn er ikki talan um veruligar samráðingar.
-Umboðsmenninir siga fyri okkum, at Gaddafi er til reiðar at fara frá, so lat okkum tosa um tað. Spurningurin er ikki longur, um Gaddafi fer frá, men nær og hvussu, sigur Alain Juppe. Hann sigur við tað almenna franska útvarpið, at Gaddafi hevur sent umboðmenn til eitt nú Turkalands, Fraklands og USA.