Muammar Gaddafi hevur skrivað amerikanska forsetanum, Barack Obama, eitt persónligt bræv, har hann biður hann virka fyri, at loftálopini á Libya steðga. Tað skriva fleiri altjóða tíðindastovur í kvøld.
Í brævinum, sum sigst vera tríggjar síður langt, biður Gaddafi amerikanska forsetan brúka sína ávirkan til at fáa NATO at steðga álopunum. Sagt verður, at Gaddafi umrøður Libya sum ?eitt neyðars lítið og fátækt menningarland, sum USA og Evropa eru farin í kríggj við?.
Samstundis sum Gaddafi kærir sína neyð, eru libysku uppreistrarmenninir misnøgdir við NATO. Talsmenn teirra siga, at NATO virkar alt ov seint, og at verjusamgongan ger alt ov lítið fyri at steðga herdeildunum hjá Gaddafi.










