Gaddafi spennir vøddarnar

Alt bendir á, at Mummar Gaddafi hevur sett sær fyri at brúka alla neyðuga hermegi fyri at basa uppreistrarmonnunum í býnum Zawiyha har vesturi í Libya. Ein fyrrverandi embætismaður í uttanríkisráðnum í Tripoli sigur við fronsku tíðindastovuna AFP, at fáa uppreistrarmenninir í býnum ikki hjálp uttaneftir, fara hermenn hjá Gaddafi at taka býin í morgin. Sambært embætismanninum hava flogfør og tyrlur hjá Gaddafi-stýrinum søkt at málum í Zawiyha í fleiri dagar, og fleiri fólk hava latið lív.

Ein tíðindamaður hjá bretska blaðnum The Guardian í Libya sigur, at uppreistrarmenninir í Zawiyha hava longu mist valdið í býnum, men tað avsanna uppreistrarmenninir. Teir siga, at bardagin um býin heldur fram í kvøld.

Ein yvirmaður í stjórnarherinum ávaraði seinnapartin uppreistrarmenninar. Hann segði, at í morgin verða álopini ógvuslig, og at nógv fólk fara at liggja eftirá.