Ríkis- og stjórnarleiðararnir í ES-londunum samtyktu í gjár at tátta takið um Libya og leiðara landsins, Muammar Gaddafi. Samtyktin ber í sær, at Gaddafi sleppur ikki at brúka milliardirnar, sum landið fær fyri olju og gass.
ES-forsetin, Van Rompuy, segði aftan á fundin í Bruxelles, at ES fer at mæla ST til at samtykkja, at altjóða samfelagið skal fremja tilsvarandi tiltøk ímóti Libya.
Fyrr hevur ES lagt hald á ognir hjá fleiri einstaklingum og feløgum, sum hava tilknýti til stýrið hjá Gaddafi.
Á fundinum samdust ríkis- og stjórnarleiðararnir í ES-londunum eisini um at skunda undir fyrireikingarnar til at veita libyska fólkinum humanitera hjálp.









