Gaddafi sinnaður at tingast

Okkurt bendir á, at libyski leiðarin, Muammar Gaddafi, hevur sagt seg vera sinnaðan at leggja frá sær undir ávísum treytum. Tað visti arabiska sjónvarpið al-Jazeera at siga seint í gjárkvøldið og segði seg hava tíðindini frá keldum í uppreistrarleiðsluni. Sambært hesum hevði Gaddafi sagt, at hann var sinnaður at lata valdið upp í hendurnar á einari nevnd, sum tjóðartingið skuldi velja.

Løtu seinni boðaði sama sjónvarpsstøð frá, at leiðslan hjá uppreistrarmonnunum hevði havnað tilboðnum frá Gaddafi, tí hon kundi ikki góðtaka nakrar treytir frá einaræðisharranum.

Sambært uppreistrarmonnunum skal Gaddafi hava kravt, at hann og hansara fáa fulla trygd, og at eingin teirra verður drigin fyri rættin.