Gaddafi noktar at gevast

Hóast hann er illa kroystur, noktar libyski einaræðisharrin, Muammar Gaddafi, at gevast. Í einari ljóðupptøku, sum er send út í kvøld, sigur hann, at hann fer at halda fram við bardaganum ímóti sínum fíggindum.

-Tað libyska fólkið kann ikki fella til kníggja ella geva seg yvir. Vit eru ikki kvinnur, sigur Gadaffi í upptøkuni, sum varð send á fylgisveinarásini al-Rai, sum sendir úr Sýrialandi.

Leiðslan hjá uppreistrarmonnunum sigur, at uppreistrarmenninir hava kringsett býin Sirte, haðani Gaddafi er ættaður. Uppreistrarmenninir hava givið stjórnarhermonnunum í býnum eina vikur til at geva seg yvir.