Leiðarin í Libya, Muammar Gaddafi, mælir í morgun NATO-londunum til at samráðast um eina vápnahvíld. Tað gjørdi hann í einari beinleiðis sjónvarpsrøðu, har hann samstundis gjørdi greitt, at hann ætlar sær ikki at fara úr Libya.
-Eg fari ikki úr landi mínum. Eingin kann noyða meg til at fara hiðani, og eg fari altíð at berjast fyri land mítt, segði Gaddafi.
Hann mælti NATO til at gevast við loftálopunum og vísti á, at Libya hevur ikki lopið á nakað NATO-land.
-Lat okkum samráðast við londini, sum leypa á okkum, segði Muammar Gaddafi og legði afturat, at um endamálið við loftálopunum hjá NATO er at fáa atgongd til oljukeldurnar hjá Libya, so er ikki neyðugt við bumbum.
-Tað er eingin trupulleiki at fáa sáttmálar um tað, segði libyski leiðarin.