Í kvøld fer libyski stjórnarherurin at leypa á høvuðsbýin hjá uppreistrarmonnunum, Benghazi. Tað segði Muammar Gaddafi í einari útvarpsrøðu.
-Vit koma í kvøld, og vit fara ikki at vísa nakra náði, segði hann ávarandi.
Gaddafi segði, at stjórnarherurin fer at rannsaka hvørt einasta hús í Benghazi, men at fólk, sum ikki hava vápn, hava onga orsøk til at stúra.
Hann legði afturat, at hann hevur givið hermonnunum boð um, at uppreistrarmenn, sum leggja vápnini og taka til rýmingar, skulu fáa frið.