Gaddafi leiðir friðarfund

Libyski leiðarin, Moammar Gaddafi, hevur gjørt av at skipa fyri einum fundi, sum skal hava til endamáls at loysa kreppuna í sudanska landspartinum Darfur.

Ein embætismaður í Tripoli segði í gjár, at stjórnin hevur boðið umboðum fyri Sudan, Tjad og Egyptaland á fundin, og at tveir uppreistrarfelagsskapir í Darfur eisini hava fingið innbjóðing til fundin. Ætlandi verður nigeriski forsetin eisini á fundinum, av tí at hann er formaður í afrikanska eindarfelagsskapinum.

Toppfundurin verður tann 15. ella tann 17. oktober, og ætlanin er, at umboðini skulu royna at finna eina varandi loysn í Darfur. Tey skulu eisini umrøða, hvussu tey neyðstøddu flóttafólkini kunnu fáa ta neyðugu hjálpina. ST, USA, ES, Afrikanski Eindarfelagsskapurin og Tann arabiska samgongan taka undir við hugskotinumm hjá Gaddafi.