Gaddafi hevur selt gullið

Muammar Gaddafi seldi umleið 20 prosent av landsins gullgoymslum teir seinastu dagarnar, hann sat við valdið. Tað sigur stjórin í libyska tjóðbankanum, og hann heldur, at Gaddafi fekk meiri enn eina milliard dollarar ella góðar fimm milliardir krónur fyri gullið.

Tjóðbankastjórin, Qassem Azzoz, sigur, at stýrið seldi 29 tons av gulli, tí pengarnir í ríkiskassanum vóru farnir at ganga undan.

Starvsfólk í libyska tjóðbankanum hava greitt frá, at nógv gull varð flutt av landinum til Tunesia og haðani til okkurt annað land. Sambært tjóðbankastjóranum eigur bankin umleið 115 milliardir dollarar, og av teimum eru 90 milliardir dollarar uttanlands.