Libyski leiðarin, Muammar Gaddafi, hóttir nú við at søkja at málum í Evropa, um NATO ikki gevst við álopunum á landið. Hann kom við hóttanini á einari ljóðupptøku, sum varð spæld í miðbýnum í Tripoli í dag.
-Ein dag verður hetta fólkið til reiðar at flyta kríggið til Evropa, og tá verða tykkara heim, skrivstovur og familjur lóglig álopsmál, júst sum tit hava gjørt við okkara heim, segði Gaddafi og legði afturat, at avgerðin kann verða tikin hvørja løtu.
-Gera vit av at leypa á tykkum, koma vit til Evropa sum grashoppur og býflugur, segði libyski leiðarin.
Nógv túsund fólk vóru í dag í miðbýnum í Tripoli og fagnaðu Gaddafi. og hetta var fyrstu ferð í fleiri vikur, at fólk hava skipað fyri stuðulstiltøkum til frama fyri Gaddafi.