Í Libya hava herdeildinar hjá Muammar Gaddafi rikið uppreistrarmenninar úr einum lítlum býi nærhendis Sirte og aftur eftir hæli til býin Bin Jawad. Tíðindastovurnar skriva, at talan er um eitt rættiligt mótálop, tí teir seinastu dagarnar hava uppreitrarmenninir støðugt tikið seg vestureftir.
Bretska kringvarpið BBC sigur, at uppreistrarmenninir eru útgjørdir við Katyusha-rakettum, men at tær muna einki aftur ímóti teirri tungu útgerðini hjá stjórnarherinum.
Eygleiðarar siga, at tað er neyvan av tilvild, at Gaddafi setti mótálopið í verk bara nakrar tímar, áðrenn londini í Libya-átakinum settust við fundarborðið í London at tosa um, hvat skal gerast við Libya frameftir.