Gaddafi gav boðini um Lockerbie-bumbuna

Tað var Muammar Gaddafi sjálvur, sum gav boð um at leggja eina bumbu í amerikanska ferðamannaflogfarið, sum sprongdist uppi yvir skotsku bygdini Lockerbie um jóltíðir í 1988. Tað sigur Mustafa Abdel-Jalil, sum júst hevur lagt frá sær sum løgmálaráðharri í Libya fyri at mótmæla harðrendu framferðini hjá Gaddafi ímóti mótmælisfólkinum.

Yvirgangsatsóknin kostaði 270 mannalív.

-Eg havi prógv fyri, at Gaddafi gav boð um Lockerbie-atsóknina, sigur Abdel-Jalil við ein tíðindamann hjá svenska blaðnum Expressen, sum er sloppin inn í Libya. Hann vil tó ikki siga, hvørji prógv hann hevur.