Gaddafi er deyður

Skiftisráðið í Lybia váttar fyri Reuters, at fyrrverandi lybiski leiðarin er deyður. Fyri løtu síðani endurgóvu við keldur hjá eitt nú danska Politiken fyri at siga, at fyrrverandi lybiski leiðarin, Muammar Gaddafi, er deyður og nú verður hetta váttað av eitt nú Skiftisráðnum.

Fyrr í dag kom fram, at Gaddafi var særdur, tá Nato leyp á bilafylgi hansara, tá hann royndi at flýggja. Tá ljóðaði, at Gaddafi varð tikin til fanga. Men sum skilst doyði Gaddafi av løstunum, hann fekk, tá fylgi hansara varð álopið av einum Natoflogfari.

Altjóða revsirættardómstólurin í Haag hevur annars eftirlýst Muammar Gaddafi, son hansara Saif al-Islam og fregnartænastustjóri hansara Abdullah al-Senussi, fyri brotsverk móti mannaættini í samband við uppreisturin í móti Gaddafi, sum byrjaði mitt í februar.