Gaddafi: -Eg eri í Libya

Libyski einaræðisharrin, Muammar Gaddafi, er ikki farin av landinum, sum summar tíðindastovur vildu vera við í gjár. Í einari sjáldsama stuttari samrøðu við tað almenna libyska sjónvarpið sigur hann, at hann er framvegis í høvuðsstaðnum Tripoli.

-Eg vil fegin vísa øllum, at eg eri í Tripoli og ikki í Venesuela. Tit skulu ikki lurta eftir tíðindunum, sum fíggindasinnaðar sjónvarpsstøðir bera, segði Gaddafi í samrøðuni, sum vardi 22 sekund. Á myndini stóð Gaddafi við regnskjóli, og sambært Reuters var samrøðan helst gjørd uttan fyri bústað hansara.

-Eg ætlaði mær at siga nakað við ungdómin á Grøna Torginum og at vera saman við teimum í nátt, men so fór tað at regna. Guð havi lov fyri tað, segði Gaddafi at enda.

Trygdarráðið hjá ST fer í dag at hava fund um støðuna í Libya. ST-aðalskrivarin, Ban Ki-moon, hevur tosað í telefon við Gaddafi og biðið hann vísa varsemi.