Gaddafi duravørður hjá ES

ES hevur gjørt av at lata Libya 125 milliónir krónur um árið tey næstu trý árini. Pengarnir skulu hjálpa libysku myndugleikunum at steðga streyminum av ólógligum innflyarum, sum á hvørjum ári fara um Miðjarðarhavið úr Norðurafrika til Evropa.

Samtyktin hjá ES-londunum hevur vakt ans nógvastaðni, tí Libya hevur ikki skrivað undir Geneve-sáttmálan um flóttafólk. Talsmaðurin hjá ES-nevndini, Michael Cerone, vísir tó á, at Libya hevur skrivað undir ein sáttmála hjá Afrikonsku Samgonguni, sum líkist nógv Geneve-sáttmálanum.

Libya hevur havt stórar trupulleikar av flóttafólki, sum koma til landið við vón um at sleppa norður um Miðjarðarhavið, og tí hevur Muammar Gaddafi kravt 37 milliardir krónur frá ES fyri at steðga streyminum. So nógvar pengar vil ES ikki gjalda, og fyribils hevur Libya so tikið av tilboðnum um 375 milliónir krónur tey næstu trý árini.