Libyski forsetin, Muammar al-Gadafi, sigur nú, at hann hevur biðið leiðararnar í Norðurkorea sleppa øllum ætlanum um at fáa sær kjarnorkuvápn.
Í vikuni hitti Gadafi suðurkoreanska uttanríkisráðharran, Ban Ki Moon, og har greiddi hann frá, at hann hevur havt samband við norðurkoreonsku stjórnina og biðið hana slaka fyri altjóða trýstinum. Gadafi gjørdi tó greitt, at eftir hansara tykki eigur altjóða samfelagið at hjálpa Norðurkorea, so landið verður ført fyri at nýta sína kjarnorkutøkni til friðarlig endamál.
USA hevur illgruna um, at Norðurkorea hevur gjørt minst tvær kjarnorkuløðingar, og at landið hevur fingið hjálp og útgerð úr Iran. Libya játtaði fyri einum ári síðani at sleppa sínum kjarnorkuætlanum aftur fyri at fáa altjóða viðurkenning. Tað hevur millum annað havt við sær, at øll tiltøk ímóti Libya eru sett úr gildi, og Gadafi hevur eisini tikið lut í fleiri altjóða tiltøkum síðani.










