Gadaffi jarðaður á loyniligum stað

Fyrrverandi einaræðisharrin í Libya, Muammar Gadaffi, er nú jarðaður á einum loyniligum stað í libysku oyðimørkini, fimm dagar eftir, at hann var tikin og dripin.

Fyribils stjórnin sigur, at Gadaffi varð jarðaður saman við soni sínum, Mutassim og Abu Bakr Younis, fyrrverandi verjumálaráðharra í lýsingini.

Hermenn úr Misratha herdeildini, sum vístu líkið av Gadaffi alment fram, hava váttað, at fyrrverandi einaráðisharrin er jarðaður eftir islamskum siði.