Fyrrverandi libyski leiðarin, Muammar Gadaffi, var kendur sum ein blóðugur tyranur, ið hevði lætt við at venda sínum egna hervaldi móti landsins borgarum, tá hann hevði varhugan av, at fólk settu seg upp ímóti honum.
Í einari bók um leiðaran, sum Le Monde-journalisturin, Annick Cojean, hevur skrivað, verður Gadaffi lýstur sum eitt "groteskt monstur", eisini í sínum dagliga lívi.
Bókin kallast "Les Proies: Dans le harem de Kadhafi" - og á norskum "Bønnene: I Kadhafis harem", og her skrivar journalisturin, at Gadaffi hevði ungar gentur sum sextrælir, og fleiri teirra vóru undir aldurin.
- Hann hevði eitt harem av kvinnum í kjallaranum undir húsum sínum, og hesar vóru í smáum rúmum og íbúðum. Hesar kvinnur vóru noyddar at ganga í undirklæðum, og tær kundu verða róptar, nær tað skuldi vera. Kvinnurnar vórðu neyðtiknar, slignar og vóru fyri ringastu niðurgerðing.
Í bókini verður sagt, at Muammar Gadaffi eisini tiltuskaði sær kynsliga samveru við fleiri av stjórnarlimum sínum, eins og hann eisini hevði kynsliga samveru við eitt nú stammuleiðarar, diplomatar og onnur.
- Vit vita, at Gadaffi droymdi um at gerast kongur í Afrika yvir øllum kongum, og hann hevði eisini kynsliga samveru við fleiri konur og døtur hjá afrikanskum ríkisleiðarum. Hesar vórðu ikki neyðtiknar, men hann lokkaði tær til sín við pengum og smúkkum, sigur Annick Cojean í bók síni.