Leiðararnir í teimum størstu ídnaðarlondunum eru samdir um at skerja útlátið eina helvt Leiðararnir í G8-londunum eru samdir um at skerja CO2-útlátið eina helvt innan 2050.
Avtalan er bindandi, og hetta er fyrstu ferð, at USA tekur undir við einari binandi avtalu um at skerja CO2-útlátið. Hini londini, sum hava skrivað undir, eru Russland, Japan, Týskland, Bretland, Frakland, Italia og Kanada.
Fyri at vísa vælvild ímóti umhvørvinum plantaðu teir átta leiðararnir hvør sítt træ á oynni Hokkaido.