Stjórnirnar í Fraklandi og Italia eru komnar ásamt um at biðja fíggjarmálaráðharrarnar í G7-londunum koma saman til kreppufundar at tosa um teir stóru skuldartrupulleikarnar hjá summum londum. Í G7-bólkinum eru USA, Kanada, Bretland, Frakland, Týskland, Italia og Japan.
Tað var italski forsætisráðharrin, Silvio Berlusconi, sum greiddi fjølmiðlunum frá avgerðini. Beint frammanundan hevði hann havt fund við franska forsetan, Nicolas Sarkozy.
Sambært tíðindastovunum verður kreppufundurin hjá fíggjarmálaráðharrunum um nakrar dagar.