Væntandi fer amerikanski uttanríkisráðharrin, Marco Rubio, at tosa um kríggið í Iran og Ukraina á G7-fundinum, sum er millum uttanríkisráðharrar í teimum sjey londunum

G7-londini halda kreppufund

Roknað verður við, at amerikanski uttanríkisráðharrin, Marco Rubio, fer at luttaka á fundnum í morgin

 

Væntandi fer amerikanski uttanríkisráðharrin, Marco Rubio, at tosa um kríggið í Iran og Ukraina á G7-fundinum, sum er millum uttanríkisráðharrar í teimum sjey londunum

Í dag og í morgin halda sonevndu G7-londini kreppufund um økta globala spenningin.

 

Uttanríkisráðharrarnir í sjey av heimsins størstu demokratisku ídnaðarlondunum fara at umrøða heimsstøðuna.

 

Væntandi er, at ráðharrarnir fara at umrøða møguligari reformar - ella skipanir - fyri at tryggja frið og veita humanitera hjálp.

Roknað verður við, at amerikanski uttanríkisráðharrin, Marco Rubio, fer at luttaka á fundnum í morgin.

 

Ætlandi fer Marco Rubio at tosa um kríggið í Iran og Ukraina.

 

G7-londini eru Frakland, Italia, Japan, Kanada, Týskland, Stóra Bretln og USA.

 

 

 

 

 

Væntandi fer amerikanski uttanríkisráðharrin, Marco Rubio, at tosa um kríggið í Iran og Ukraina á G7-fundinum, sum er millum uttanríkisráðharrar í teimum sjey londunum