G7-lond hótta Russland við nýggjum revsitiltøkum

G7-londini eru Stórabretland, Kanada, Frakland, Týskland, Italia, Japan og USA

G7-londini stuðla amerikanska uppskotinum um eina fyribils vápnahvíld í krígnum millum Russland og Ukraina.

 

Nú ávara londini Russland um, at tey fara at seta í verk nýggj revsititøk, um Russland ikki tekur undir við einari vápnahvíldaravtalu.

 

Tað er USA, sum hevur skotið upp, at Ukraina og Russland taka undir við einari avtalu um, at vápnahvíld verður í krígnum - í fyrsta lagi í 30 dagar.

 

Ukraina tekur undir við avtaluni, um Russland ger tað sama, men enn hevur Russland ikki meldað greitt út, hvørjar treytir landið setir.

 

G7-londini eru Stórabretland, Kanada, Frakland, Týskland, Italia, Japan og USA.

 

Hesi lond ávara nú Russland við nýggjum revsitiltøkum og vilja trýsta landið til at taka undir við vápnahvíldaravtaluni.

 

Ráðharrar í G7-londunum hava í dag tosað saman og eru komnir til eina niðurstøðu um at herða tiltøkini móti Russland, um landið ikki tekur undir við einari vápnahvíld.