Í kvøld klokkan 19 møtast liðini B68 og EB/Streymur G17 á Tórsvølli at kappast um heiðurin sum steypavinnarar.
Bæði liðini hava klárað seg væl í landskappingini, men tó hevur B68 munin. B68 liggur fremst við 40 stigum og EB/Streymur liggur á einum 6. plássi við 19 stigum.
B68 eru favorittar at vinna hendan dystin, men vit vænta ein javnan dyst við nógvum málmøðuleikum.
B36 og KÍ vóru í steypafinaluni síðsta ár. KÍ fór við einum stórsigri á 4-1. KÍ var eisini fremst alt árið og fór við løgmannasteypinum. B36 endaði á einum 6. plássi.
EB/Streymur vann steypafinaluna síðsta ár í G14, og fleiri av teimum somu gentunum verða at síggja á vøllinum í kvøld.
Vit hava síðani tosað við Miriam Harishi Egilsdóttir frá B68, fyri at hoyra hvat tær vænta til dystin.
Hvat vænta tit?
– Vit vænta eitt gott úrslit, og vit hava vant fram til í morgin og halda at allar eru klárar, sigur Miriam Harishi Egilsdóttir.
Hon heldur, at tað spæla í mótum einum virðiligum liði.
– Ja tað halda vit, tær eru góðar, tað kann enda javnt.
Halda tit at tit hava uppiborið at verið í finaluni?
– Ja vit halda vit hava uppiborið tað, vit hava vant fram til tað í allan vetur.
Hvussu ætla tit at spæla?
– Vit spæla við tí vanligu uppstillingini (3, 4, 1), vit spæla sum vit vanliga gera. Kempa fyri eitt gott úrslit, sigur hon.
Hvussu feira tit tað um tit vinna?
– Heim á Toftir at hava tað skeg saman vid øllum sum koma at stuðla – hava tað gott og hugnaligt, sigur Miriam Harishi Egilsdóttir úr B68.









