Gávuregn til Prixið

Talið á vinningum til Prix Føroyar tónleikakappingina bara veksur, og í 2005 hava bólkarnir í Prixnum møguleika at sleppa til 10 festivalar í Føroyum og uttanlands at spæla

Umboð frá nógvum festivalum og spælistøðum koma til Atlantic Music Event, sum er stóra endabrakið í Prix Føroyum. Har fara tey at bjóða føroyskum bólkum at spæla hjá sær, og tað verður gjørt, tá ið umboðini hava hoyrt bólkarnar á palli.
Festivalarnir í Jelling og Nibe kom aftur til Føroya hesaferð, og tað sama verður við spælistaðnum Vega í Keypmannahavn. Harafturat verða eisini Nipiaa Festivalurin í Grønlandi, Love And Peace Festivalurin í Svøríki og Airwaves í Íslandi umboðað til Atlantic Music Event.
Føroysku tiltøkini Listatevnan, G! Festivalurin, Summarfestivalurin og Ólavsøkukonsertin fara eisini at bjóða bólkum frá Atlantic Music Event at spæla hjá sær.
Bólkurin, sum vinnur Prix Føroyar, fær eina viku í Lundgaard Studios.