Gávur til Skagens Skipperskole

- Tað er ikki bara fiskimenninar og skiparaskúlan, sum vit stuðla, men Skagen í síni heild.

Tað siga tær tríggjar tænastufyritøkurnar í Skagen, sum herfyri lótu skúlanum tríggjar kontantar peningagávur á 10.000 krónur hvør.

Fyritøkurnar, sum hava latið nýggja skúlanum gávu, eru Cosmos Trawl, TopCoat og Nordtek.

Sum skilst, fer Skagens Skipperskole, sum nú stendur nýbygdur við havnalagið í Skagen, at brúka peningin til keyp av innbúgvi til skúlan.

Arbeiðið við nýggja skúlanum, sum Portalurin annars vitjaði tíðliga í summar, gongur nú móti endanum, og sjálvur bygningurin skal verða heilt liðugur hin 9. desember í ár.

Nógvir føroyingar hava gingið á Skagens Skipperskole gjøgnum árini. Hølisumstøðurnar hava ikki verið tær bestu, men á skúlanum hevur eftir øllum at døma verið stórt hjartarúm.

Nú verður so nýggi skúlin, sum stjórin her vísir fram fyri Portalinum, skjótt liðugur og klárur at taka í nýtslu.