Rivini eru røst, karamelludósirnar settar undir væðingina og gávulistin er drúgvari enn nakrantíð. Meðan skuffur og hillar verða ruddaðar at geva pláss fyri fleiri tingum, rennur mær til hugs tey mongu her í heimi, sum høvdu fegnast um ein mola av okkara borði. Reyð Krossur lýsir í hesum døgum við jólagávuhugskotum, sum gera mun. Hetta eru gávubrøv, sum eru prógv um, at tú hevur rindað ávísa upphædd til vatnveiting, mikrolán, neyðhjálp ella skúlagongd til menningarlondini. Gávubrævið verður sent tær pent innpakkað, og klárt at geva onkrum í jólagávu. Og knappliga gevur jólagávuresið meining, ikki bara fyri teg, men eisini fyri eitt annað menniskja hinumegin jørðina. Jólini eru altíð tey somu, og so skal vera. Men í ár kunnu tey kortini gerast eitt lítið sindur øðrvísi.










