Gávupolitikk ella ikki

Nú allir valevnislistarnir eru komnir uppá pláss, fara veljarnir at hoyra okkurt frá teimun ymisku valevninum

Finnleif Guttesen

Tvøroyri



.

Spennandi verður um hesi valevni fara at reka eitt slag av jólagávu agitation har lova verður gull og grønar skógir, soleiðis sum tað so tíðin er gjørt fyrr, ella eina agitation sum greiður Tvørafólki frá hvussu støðan veruliga er.

Ikki tí, eg eri greiður yvir at flest øll vita nøkulunda hvussu støðan er hjá kommununi.

Eisini verður tað áhugavert at síggja, um teir ym-isku býráðspolitikarnir fara at reypa av øllum tí teir hava fingið gjørt í farna valskeiði, summir mugu fara heili 25 ár aftur í tíðina fyri at vísa á alt tað góða sum teir hava gjørt og hvussu vánaligt aðrir hava stýrt.

Um veljarnir í Tvøroyri fáa tað betri av hesum trúgvi eg ikki og tað er ikki so nógv tú fart gjørt við gamlar sindir, so betri má verað at hyggja frameftir.

At føra ein meiriluta og ein minnilutapolitik á Tvøroyri er heilt burutvið og bert til skaða fyri okkum øll sum búgva í Tvøroyri.

Um teir komandi 7 fólkavaldu politikarnir ikki kunna samarbeiða, ja, so eru teir ikki uppgávuna vaksnir.