Gávugóðs til Rannvá

Fyrsta gávugóðsi úr Grunni Thorvalds Poulsen av Steinum fer til ungu listakvinnuna Rannvá Kunoy úr Havn. Tað eru tær tríggjar Malan, Jórun og Elsa Birgitta samdar um. Listakvinnan fær gávugóðsið á samkomu á Fróðskaparsetrinum ídag.

 

 

 

 

 

 

Heiðraða listakvinnan Rannvá Kunoy er í útbúgvingarørindum í London. Hon er 25 gomul og er undir útbúgving sum BA í málningalist í London á City & Guilds of London Art School.

Tað verður Malan Marnersdóttir, sum á samkomu í gamla landsbókasavninum handar Rannvu gávugóðsi í dag klokkan 16. Rannvá tgekur sjálv ímóti. Hesin ásjónligi og eyðkendi bygningurin, gamla landsbókasavnið, er nýggjur karmur um Seturskrivstovuna og eisini altjóða skrivstovuna, sum lat upp í farnu viku. Gróthúsið á Debesartrøð nevnir onkur tað.

Malan er formaður í nevndini, ið letur gávugóðsi úr nýggja privata grunninum. Hinir báðir limirnir eru Jórun í Dali, formaður í LISA og Elsa Birgitta Pálssdóttir Petersen formaður í Føroya Lærarafelag. Bæði endamál fyri grunnin og manning í nevndini er eftir ynski frá Torvaldi Poulsen.

Tá gávugóðs verður latið, er tað á føðingardegi Torvalds, sum er ídag.

Torvald Poulsen, sum var garðyrkismaður í Havn, doyði 87 ára gamal hin 11. februar 1999. ? Seinasta ynski Torvalds var at stuðla mentanini, sigur bróðursonurin Regin av Steinum. Endamálið við grunninum er, at stuðla upp undir útbúgving hjá ungum føroyskum listafólki, sum hava sýnt listarligar gávur.

Í Sosialinum fer Oddfríður M. Rasmussen rithøvundur at hugleiða um eina framsýning hjá heiðraðu listakvinnuni Rannvá Kunoy, har mannakroppurin er í fokus.

Sosialurin ynskir Rannvá hjartaliga tillukku!