Gávugóðs til listafólk

Hósdagin verður avdúkað, hvør verður móttakari av gávugóðsi úr Grunni Thorvalds Poulsen av Steinnum

Gávugóðs

Hetta er sjeynda árið, at gávugóðs verður latið úr grunninum, sum hesi árini hevur latið í 425.000 kr. til føroysk listafólk.
Grunnur Thorvalds Poulsen av Steinum er ein grunnur, ið hevur sum endamál at stuðla og eggja ungum fólki við listarligum hegni til útbúgving. Thorvald Poulsen av Steinum, ið stovnaði grunnin, var gartnari í Havn og hevði stóran áhuga fyri bókmentum og list.
Nevndin í grunninum ger sjálv av, hvørji listafólk kunnu verða heiðrað. Soleiðis verður ikki lýst eftir umsøkjarum til gávugóðsi. Í nevndini fyri grunnin sita Jóan Pauli Joensen, rektari á Fróðskaparsetrinum, Oddríður M. Rasmussen, formaður í LISA og Magnus Tausen, formaður í Føroya Lærarafelag.
Tey, sum higartil hava fingið gávugóðs úr grunninum eru Rannvá Kunoy, Andrass Olsen, Teitur Árnason, Petur Elias Askham Guttesen, Tróndur Bogason, Marjun Kjelnæs, Jógvan Sverrason, Eivør Pálsdóttir, Bárður Oskarsson og Jóhanna Reginsdóttir av Steinum.