Latið vera við at díkja børnini undir í jólagávum. Fleiri enn sjey gávur ger børnini órólig og fjálturstungin, sambært barnasálafrøðingum
Manglar tær at keypa enn eina gávu til lítla Óla? So skuldi tú kanska steðga á og hugsa teg um, áðrenn tú fert aftur til handils.
Sambært barnasálarfrøðingum verða børnini nevniliga heldur stressað enn glað av stórum bunkum av jólagávum. Og tøl eru nú entá sett á, hvar markið gongur.
- Fer talið á jólagávum upp um sjey, verða børnini stressað, tí tað fer út um markið fyri, hvat børn fáa rúma, sigur kendi barnasálfrøðingurin, Margrethe Bruun Hansen, sambært Politiken.
Eisini spennandi jólakalendarin við pakkum stressar børnini, so tey verða órólig og fjálturstungin, veit Ann E. Knudsen, lektor í sálarfrøði, at siga
- Børn verða tikin av fótum við at síggja heilar 24 pakkar í einum. Hang í staðin bara ein pakka upp í senn. Tað verða børnini ikki minni glað um, sigur hon.
Sambært Ann E. Knudsen halda børnini heldur ikki, at sjálvur jólaaftan er tað besta við jólunum. Í eini av hennara kanningum svara børnini, at 25. desember er tann besti dagurin, tí tá er friður aftur á foreldrunum ? og friður til at spæla við gávurnar.










