Góvu týðandi upplýsingar

Fríggjadagin seinnapartin fingu tveir menn, sum eru 23 og 27 ára gamlir, tveir mánaða fongsulsrevsing fyri sølu av hassji. Menninir játtaðu seg sekar og greiddu rættinum frá, hvussu sølan av narkotika varð fyriskipað í Havn. Hesar upplýsingar kunnu gerast ein týðani liður í heildarmyndini

Aftur fríggjadagin var rættarfundur í narkomálinum. Tveir menn vóru á ákærubeinkinum í Føroya Rætti.
Ein 23 ára gamal maður fekk tveir mánaða treytaða fongsulsrevsing. Tað vil siga, at maðurin ikki skal inn at sita í fyrsta umfari. Um hann tó verður tikin í sama lógarbroti komandi tvey árini, so kemur kemur dómurin í gildi, og hann skal inn at sita. Ein 27 ára gamal maður fekk hinvegin ein treytaleysan dóm á 60 dagar.
Menninir játtaðu seg sekar, og teir greiddu frá, hvussu ein útlendingur í Føroyum skipaði fyri narkosølu í Føroyum, og hvussu hann at kalla stýrdi marknaðinum. Hesar upplýsingar kunnu gerast ein týðandi liður í heildarmyndini, sum er gerst alt greiðari eftir hvønn dóm, sum fellur í stóra narkomálinum.
Teir dømdu keyptu hassj frá manninum fyri 100 krónur grammið og seldu víðari fyri 125 krónur. Vanliga keyptu teir 50 gramm í senn.

Fekk ein møguleika
Tann 23 ára gamli viðgekk, at hann hevði selt eitt kilo av hassji seinastu tvey árini. Hann segði hinvegin, at hann royndi at sleppa úr rúsevnisumhvørvinum í løtuni. Hetta tók dómarin til eftirtektar, og tí feldi hann ein treytaðan dóm. Orsøkin var, at maðurin skuldi fáa ein møguleika at koma úr kriminalitetinum og varðveita læruplássið, sum hann hevur fingið.
Ákæruvaldið hevur valt ikki at kæra henda dómin, hóast tað kravdi heldur harðari revsing, tí tað góðtekur, at maðurin fær ein møguleika at koma burturúr kriminaliteti.
Tann 27 ára gamli maðurin fekk tveir mánaða treytaleysa fongsulsrevsing, og hann skal inn at sita henda dómin. Hann varð ákærdur fyri at hava selt tvey kilo av hassji, men vildi bara viðganga at hava selt eitt kilo av hassji ígjøgnum nøkur ár. Dómarin tók frágreiðingina hjá tí ákærda til eftirtektar.
Hesin maðurin er fyrr dømdur fyri at hava smuglað smærri nøgdir av hassji til Føroyar, og tað hevði herðandi ávirkan. Tí fekk hann treytaleysan dóm. Ákæruvaldið kravdi í hesum førinum tríggjar mánaðir handan rimar.
Maðurin greiddi frá eins og tann fyrri, at hann nú royndi at koma burtur frá hesum umhvørvinum. Hann var fluttur út á bygd og hevði fingið eitt arbeiði fyri fyrstu ferð í lívinum.
Dómarin valdi at geva honum eina linari revsing enn ákæruvaldið kravdi, men av tí at hann fyrr er dømdur, skal hann inn at sita.