Sigfríður Clementsen, venjari hjá EB/Streymi, var rímiliga væl nøgdur eftir dystin.
- Hetta bleiv ein rættiliga taktiskur dystur, og vit loyvdu teimum ikki nógv, men vit komu fram til onkrar møguleikar, sum kundi avgjørt, greiddi Sigfríður Clementsen frá, í triðja hálvleiki eftir dystin.
Hann er somuleiðis fegin um, hvussu væl hansara leikarar stóðu á vøllinum, hóast hugflogið ikki var nakað serligt.
- Tað eru tvey lið, sum spæla ein dyst og tað verður altíð tað, sum skapar dystin, men samanumtikið eru vit rímiliga væl nøgdir við úrslitið, segði venjarin hjá EB/Streymi.
Egil á Bø fekk seinna gula kortið í endanum av dystinum fyri at fella Brima Koroma, men Sigfríður Clementsen sær tað ikki sum nakran stóran miss.
- Vit hava Marna á miðjuni í løtuni, og kunnu flyta hann aftur í verjuna, staðfesti Sigfríður Clementsen.










