Góvu hvørjum øðrum íblástur

Í morgun vitjaði borgarstjórin og umsitingin í Sjóvar kommunu í Vágum, og hetta varð til íblástur báðar vegir, siga tey í Vága kommunu.

 

Í morgun var borgarstjórin í Sjóvar kommunu, Artur Johansen, saman við sínari umsiting á vitjan hjá Vága kommunu. Endamálið við vitjanini var at kunna seg um viðurskiftini í Vága kommunu, mannagongdir, fyriskipanir og tøkniligir møguleikar, sum kommunan í Vágum brúkar.

- Tosað varð um fyrimunir, møguleikar og vansar, og annars kunnaðu vit hvønn annan um, hvussu arbeitt verður í ávíkavist Sjóvar kommunu og Vága kommunu.

Á heimasíðuni hjá Vága kommunu vísa tey á, at nógv varð prátað millum partarnar, og hóast borgarstjóri og umsiting í Sjóvar kommunu vóru komin vestur at fáa íblástur, er semja um, at partarnir eisini fingu íblástur frá hvørjum øðrum.

Í Vága kommunu eru tey takksom fyri vitjanina úr Sjóvar kommunu. 

Á viðheftu mynd, aftast f.v.: Jóhan Hendrik Ellefsen, kommunustjóri í Vága kommunu, Bárður Danielsen, trivnaðarfólk (Sjóvar kommuna), Anna E. Joensen, kommunuskrivari (Sjóvar kommuna) og Julia Kass, fíggjarleiðari (Sjóvar kommuna). Fremst f.v.: Bjarni Prior, borgarstjóri Vága kommunu og Artur Johansen, borgarstjóri í Sjóvar kommunu.