Góvu einki frá sær

Hóast tað skjótt stóð greitt, at Serbia skuldi vinna trygt, so góvu teir einki frá sær til føroyska liðið, sum allan dystin var í veldugari mótbrekku

Hondbóltur

 

Ikki minni enn 23 mál vóru á muni, tá føroyska manslandsliðið í hondbólti í gjár spældi fyrsta dystin í HM-undankappingini.

Móti nummar 20 á heimsstyrkislistanum skuldi talan nú heldur ikki verið um nakra lætta uppgávu. Og hon gjørdist á ongan hátt lættari, tá farið varð inn á vøllin.

- Vit vórðu snøgt sagt blástir umkoll. Eg haldi tað stóð 7-0 á talvuni eftir nakrar fáar minuttir, so tað var næstan óhugnaligt, segði Dia Midjord, landsliðsvenjari, tá vit í gjárkvøldið fingu orðið á hann.

- Sjálvandi hava teir eitt sterkt lið. Teir vóru øgiliga væl fyri kropsliga, og samstundis megnaðu teir at spæla við nógvari ferð, so í so máta kanst tú siga, at munurin á 23 mál var tann, sum hann átti at verða. Men heilt nøgdur eri eg ikki. Hóast vit høvdu fyrireikað okkum, so vóru vit als ikki til reiðar fyrstu løtuna av dystinum.

Fingu tit so ístaðin loyvi at spæla við eftir steðgin?

- Nei, tað haldi eg ikki. Teir vita jú av, at møguliga verður bólkurin avgjørdur við málmuni, og tí vildu teir vinna við so nógvum málum sum gjørligt. Men vit spældu okkum nakað upp í seinna hálvlieki. Okkara menn tordu betri, og málverjarnir byrjaðu eisini at taka nøkur av skotunum.

- Veruleikin er eisini, at vit kendu als einki til hetta liðið, áðrenn vit byrjaðu dystin. Tann partin eru vit so nakað betri fyrireikaðir til, nú vit eiga heimadyst. Og tí eri eg slettis ikki í iva um, at vit kunnu fáa eitt betri úrslit leygardagin, segði Dia.

 

Glottar

Av føroysku spælarunum gjørdi Dánjal Tórgarð mest um seg, og venjarin var eisini skjótur at rósa vongspælarunum eftir dystin. Eisini gav Sveinur Justinussen fleiri dømi um, at hann aftur er í ferð við at finna stórformin, so hóast nógvir skaðar tóku av merginum hjá føroyska liðnum, so vóru eisini glottar at hóma.

Føroyska liðið ferðast heimaftur stóran part av degnum í dag. Um middagsleitið verður flogið úr Beograd, og umvegis München og Keypmannahavn lendir liðið í Føroyum í kvøld.

 

Fakta

Serbia-Føroyar 27-24 (25-11)

Føroyskir málskjúttar: Dánjal Tórgarð 6, Sveinur Justinussen 4, Karl Herup Olsen 3, Roar Dalsgarð 3, Hans Áki Dal-Christiansen 3, Dann Thorlefsson 2, Janus Sørensen 2, Tróndur Kragesteen 1

Útvísingar: Serbia 2, Føroyar 3