Góvu 2441 koppsetingar um vikuskiftið

Tað var prikað alt vikuskiftið á teimum trimum sjúkrahúsunum

Leygardagin og sunnudagin vórðu tilsamans 2.441 koppsetingar gjørdar á teimum trimum sjúkrahúsunum.

2.198 fólk fingu fyrra prikið, og 343 fók fingu seinna prikið.

Nú eru í alt 18.294 koppsetingar gjørdar í Føroyum. 12.748 fólk hava fingið fyrru koppseting. Av teimum hava 5.546 fólk eisini fingið seinnu koppsetingina og eru harvið liðugt koppsett.