Taks hevur nú gjørt upp, hvussu hilnaðist í fjør, og úrslitið er, at tey komu fram á 145 milliónir krónur sum ikki vóru rætt givnar upp í skatti.
Av hesum høvdu føroyingar givið 105 milliónir ov lítið upp í skatti og av teimum hevði vinnufyritøkur givið 90 milliónir ov lítið upp í skatti 15 privatfólk høvdu givið 15 milliónir ov lítið upp í skatti, sigur Taks í eini fráboðan í morgun.
Í mvg og tolli vórðu rættingar gjørdar fyri 11,5 milliónir og í kapitalvinningsskatti vórðu rættingar gjørdar fyri 13 milliónir. Harumframt koma rættingar í rentustuðli, ferðastuðli og øðrum.
Eftir at Taks hevur fingið skeivar og manglandi uppgerðir upp á pláss, vísir úrslitið, at landskassin fekk góðar 40 milliónir krónur afturat inn í skatti fyri árið í fjør.
– Rættingar fyri 145 milliónir krónur ljóðar av nógvum og tað er eisini eitt sindur meiri enn miðal, sigur Eyðun Mørkøre, stjóri á TAKS.
Hann sigur eisini, at vinnulívið í Føroyum er meira torgreitt nú enn áður.
– Vit koma nú oftari fram á stór mál, sum krevja rættingar fyri fleiri milliónir, sigur stjórin í Taks í fráboðanini.