Gøtumenn fóru undir Leirvíksfjørð við fullum stigaposa, eftir at teir vunnu ein uppibornan sigur í Klaksvík.
Klaksvíkingar fingu annars eina dreymabyrjan, tá Paul Clapson eftir bara trimum minuttum sendi bóltin í netið.
GÍ kom seg tó skjótt, og uttan at teir veruliga domineraðu, fingu teir eitt yvirtak. Og tí var tað eisini í tráð við leikgongdina, at teir javnaðu fyri steðgin.
Eftir steðgin stútaði Pól Ennigarð gøtumenn framum, men við einum framúr vøkrum máli javnaði Clapson fyri vertirnar.
Men teir megnaðu tó ikki at halda fast. Erling Jacobsen fekk seinasta orðið, tá hann gjørdist púra leysur eftir bóltmiss á KÍ-miðvøllinum, og so kundi hann í tveimum atløgum sparka stigini til Gøtu.
KÍ-GÍ 2-3 (1-1)
1-0: Paul Clapson
1-1: Pól Jóhannus Justinussen
1-2: Pól Ennigarð
2-2: Paul Clapson
2-3: Erling Jacobsen