Fótbóltur
Eina viku seinni enn ætlað varð árliga klaksvíkskappingin avgreidd um vikuskiftið.
Lutakastið lagaði tað soleiðis, at tey bæði fremstu liðini frá í fjør, B36 og GÍ, hittust í aðrarir hálvfinaluni, meðan gomlu arvafíggindarnir, KÍ og HB spældu hina hálvfinaluna.
Úrslitið gjørdist, at bæði høvuðssðarfeløgini taptu sínar dystir. B36 var annars á odda 1-0 ímóti GÍ í hálvleikinum við einum máli frá Bárði Mortansson, men í seinna hálvleiki avgjørdu Súni Fríði Johannesen og Henning dystin til fyrimuns fyri GÍ.
KÍ vann í sínari hálvfinalu ein sannførandi 3-0 sigur á HB. Hjalgrím Elttør legði vertirnar á odda fyri hálvleik, og í seinna hálvleiki kundu Mørkøre-beiggjarnir staðfesta sigurin við einum máli í part.
Sunnudagin skuldu so teir báðir seinastu dystirnir spælast. Í kappingini um triðja plássið mátti B36 enn einaferð taka til takkar við 2-1 tapi. Aftur hesa ferð legði Bárður Mortansson B36 á odda, men Uni Arge javnaði fyri steðgin og í seinna hálvleiki skeyt Rókur Jespersen sigursmálið hjá HB.
Í finaluni spældu so GÍ og KÍ. Sum skilst úr Klaksvík var talan um ein hampuliga góðan dyst, har bæði liðini royndu at leggja trýst á mótstøðuna. GÍ legði seg á odda, tá Henning Jarnskor slapp púra leysur móti KÍ-málinum, men stutt eftir javnaði Heðin á Lakjuni fyri KÍ.
Beint fyri steðgin legði GÍ seg aftur á odda, tá Sámal Joensen setti brotsspark í netið, men klaksvíkingar góvust ikki á hondum. Nýggi leikarin, Grímur Vang, sum áður hevur spælt við HB, javnaði eftir steðgin, og tá tað ikki komu fleiri mál, gjørdist neyðugt við brotssparkskapping. Her var GÍ stinnari parturin, og gjørdust teir sostatt vinnarar av kappingini fyri fimtu ferð, og vunnu teir sostatt steypið til ognar.









