Ég vann ella Jógvan

Jógvan Hansen er nú eitt umfar frá einum finalusessi í íslendsku X-Factor sjónvarpssendingini, og íslendingar hava nú lagt til merkis, at navnið Jógvan á íslendskum ljóðar sum ?ég vann?

Í kvøld var Jógvan Hansen aftur á palli í íslendsku X-Factor sendingini. Hann sang It Must Have Been Love hjá Roxette og Let Me Entertain You hjá Robbie Williams, og gjørdi hetta so sannførandi, at hann ikki var ein av teimum báðum, ið vóru í vandabólkinum og kom uttan trupulleikar víðari.

 

Sum talið av luttakarum er minkað hevur Jógvan fingið alsamt harðari kapping, tó uttan at hetta nakrantíð er vorðið ein trupulleiki fyri klaksvíkingin við tí góðu røddini. Nú eru tríggir sera góðir sangarar eftir í kappingini. Heimildarmaður okkara í Reykjavík sigur tó, at flest øll vænta, at Jógvan fer at verða millum teir báðar síðstu luttakararnir, ið bresta saman í finaluni.

 

- Navnið Jógvan ljóðar øgiliga nógv líka sum ?ég vann? á íslenskum, so fólk eru farin at kalla hann Ég Vann, greiðir Jens Guð frá.

 

Áhugin fyri kappingini er sera stórur, og allir luttakararnir eru vorðnir kend andlit í Íslandi, so kend, at sjónvarpsstøðin fyri at geva teimum frið, hevur sent teir til London hesa vikuna, greiðir Jens Guð frá.