Gáva
Í takkarrøðu síni, segði Jaspur Langgaard, leiðari á Bláa Krossi, at viðurkenningin, sum Tryggingarfelagið Føroyar hevur givið felagsskapinum, er fløvandi.
- Ja, ein slík viðurkenning fløvar mangan meira, enn fólk geva sær far um. Hetta er við til at stimbra alt arbeiði í felagsskapinum.
Hann segði seg fegnast um, at fólk síggja tað arbeiði, sum felagsskapurin ger og seta prís upp á tað.
- Virksemið hjá Bláa Krossi er ikki ólíkt virkseminum hjá Tryggingarfelagnum. Endamálið hjá báðum er at hjálpa teimum, sum eru komin illa fyri. Skaðin kann vera komin brádliga og skaðin kann hava arbeitt seg upp gjøgnum eina tíð.
Jaspur vísti á, at meðan Tryggingarfelagið í stóran mun arbeiðir við materiellum skaðum, arbeiðir Blái Krossur mest við menniskjansligum og sálarligum skaðum.
- Men tær royndir, sum vit hava gjørt okkum síðstu árini, er, at besta hjálpin er so vítt sum gjørligt at fyribyrgja, at skaðin hendir. Hetta kann sjálvandi gerast upp á nógvar mátar, bæði við stórum og smáum tingum.
Hann segði, at Blái Krossur fer at nýta gávuna, sum Tryggingarfelagið hevur givið felagsskapinum, til fyribyrgjandi arbeiði.
At enda ynskti Jaspur Langgaard hjartaliga tillukku við nýggju hølunum og takkaði fyri tað samstarv, sum felagsskapurin hevur við felagið.
- Tit hava megnað at hildið fast um persónligu "kontaktina" við viðskiftafólkini, og tað vil eg takka tykkum fyri, segði Blá Kross-leiðarin.










