Fiskivinna
Tað verður Harley Joensen, virkandi formaður í felagnum, sum fer at handa heiminum lyftirnar.
Harley sigur, at tað var Røktar-og Ellisheimið, sum vendi sær til Lionsfelagið og spurdi, um tey høvdu møguleikan at hjálpa teimum at útvega hesar lyftir.
Lyftirnar, sum Røktar-og Ellisheimið í Runavík fær í dag, skulu brúkast at lyfta tey gomlu við.
Harley Joensen sigur, hvør lyfta kostar umleið 13.000 krónur, umframt kostnaðin av seðlunum, sum hoyra til hvørja lyftu.
Í Føroyum eru fimm Lionsfeløg, sum øll virka fyri vælgerandi endamálum.
Harley Joensen sigur, at feløgini verða rikin við tí limagjaldi, sum tey fáa, og síðan fer alt, sum savnað verður við ymiskum tiltøkum, óskert til vælgerandi endamál.
- Okkara felag hevur givið fleiri av eldrasambýlum í Eysturoy lyftir, og vit hava eisini latið barnadeildini á Landssjúkrahúsinum leikutoy, sigur virkandi formaðurin í Lionsfelagnum í Eysturoy.
Nú Reyði Krossur savnar inn pening til Haiti, hava føroysku Lionsfeløgini í felag latið 25.000 krónur til hjálpararbeiði har.