Gáva til Listasavnið

Tá Helga Hjørvar fór frá sum stjóri í Norðurlandahúsinum, var samkoma til æru fyri Helgu og manni hennara Úlfi Hjørvar hildin í Kirkjubø. Við hesa samkomu fingu Føroyar frá Úlfi Hjørvar bæriliga gávu. Úlfur Hjørvar handaði Jógvani á Lakjuni, landsstýrismanni í mentamálum, eina vatnlitsmynd, sum víðagitni íslendski listamálarin Finnur Jónsson hevur málað. Motivið er úr Froðba í Suðuroy og varð málað miðskeiðis í 1920-unum, einaferð Finnur Jónsson var ferðamaður við skipi á veg úr Íslandi til Danmarkar. Úlfur Hjørvar ynskti, at myndin skuldi latast Listasavni Føroya í varðveitslu, og er hesum ynski nú gingið á møti við tað, at landsstýrismaðurin nú hevur handað Listasavninum myndina. Jógvan á Lakjuni, landsstýrsimaður, sigur, at gávan er eitt dømi um tað vinalag og ta sínamillum virðing, sum eyðkennir viðurskiftini millum Ísland og Føroyar.