Gáva úr gróti til Klaksvík

Á 100 ára føðingardegnum hjá Klaksvíkar kommunu um vikuskiftið, lat Sands kommuna eina gávu til teirra, skrivar heimasíðan bkv.fo.

Talan var um eina grótplátu (myndin) sum er framleidd úr føroyskum gróti. Ikki óvæntað er tað Grótvirkið í Skopun sum gjørdi hesa gávuna, sum borgarstjórin á Sandi, Páll á Reynatúgvu handaði Klaksvíkar kommunu.